Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Onnur tíðindi

Sendiharrin hjá Iran í ST, Iravani, sigur, at fleiri enn 100 børn eru dripin í einum álopi á ein skúla í Iran.

– Hundraðtals sivilfólk doyðu og fingu skaða í ísraelsk-amerikansku álopunum á Iran, skal sendiharrin hava sagt, sambært Reuters.

Sendimaðurin upplýsir eisini, at Iran nýtir sín rætt til sjálvverju sum svar uppá vápnaða álopið móti teimum, skrivar VG.

Iravani ákærir eisini USA og Ísrael fyri at hava framt krígsbrotsverk.

Iranski Reyði Hálvmáni segði fyrr leygardagin, at 201 fólk eru dripin og 747 fólk særd í álopunum á landið.

Talið av deyðum og særdum hevur verið fráboðað úr 24 av teimum 31 landspørtunum í landinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #