Svar upp á Fyrispurning nr. 52-075/2025 eftir § 52a í tingskipanini um tilknýti Føroya til WHO, frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær er avgerð tikin um, at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til á́setingarnar í IHR – International Health Regulations hjá WHO – World Health Organisation” (sí kap. 4 í lógaruppskotinum um føroyska farsóttarlóg)?
2. Nær er avgerð tikin um, at ”Føroyar eisini eru partur av International Health Regulation” (sí síðu 37 í lógaruppskotinum um nýggja farsóttarlóg)?
3. Hvør føroyskur myndugleiki hevur tikið avgerðirnar, sum nevndar eru í spurningunum 1 og 2?
4. Eru avgerðirnar, nevndar í spurningunum 1 og 2, viðgjørdar og samtyktar í Løgtinginum?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Føroyar fingu atlimaskap í WHO í 2021. Á ársfundinum hjá WHO (nevndur World Health Assembly) í mai 2021, gjørdu limalondini av at eftirlíka umbønini hjá Danmark um at taka undir við ynski Føroya um atlimaskap.
WHO samtykti í 2005 uppskot til eina endurskoðaða IHR-reglugerð (International Health Regulations), sum varð sett í gildi í 2007. Tá ið Danmark staðfesti IHR-reglugerðina, hevur Danmark ikki tikið fyrivarni fyri Føroyum. Sostatt er IHR-reglugerðin galdandi í Føroyum og føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda ásetingarnar í reglugerðini.
IHR-reglugerðin er síðani gjøgnumførd í danskari lóggávu við “lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme”, sum varð sett í gildi við anordning nr. 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne av lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme” við seinni broytingum.
Til spurning 3 og 4
Almanna- og Heilsumálaráðið hevur fingið innlit í skjøl hjá Løgmansskrivstovuni viðvíkjandi spurninginum um, hvørt føroyskir myndugleikar vóru við, tá ið omanfyristandandi avgerð var tikin.
Av skjølunum sæst, at Indenrigs- og Sundhedsministeriet, tann 24. apríl 2006, heitti á Løgmansskrivstovuna um at gera viðmerkingar til, hvørt IHR-reglugerðin skuldi galda fyri Føroyar ella ikki.
Tann 12. oktober 2006, tók landsstýrismaðurin í heilsumálum undir við, at IHR-reglugerðin skuldi galda fyri Føroyar. Boð um hetta vóru ikki send donskum myndugleikum.
Tann 23. november 2006, sendi Indenrigs- og Sundhedsministeriet skriv til Løgmansskrivstovuna, har boðað varð frá, at av tí at Indenrigs- og Sundhedsministeriet ikki hevði móttikið viðmerkingar frá heimastýrinum, legði Indenrigs- og Sundhedsministeriet til grund, at heimastýrið góðtók at vera fevnt av tí IHR-reglugerðini.
Almanna- og heilsumálaráðið, 2. februar 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



