Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Innlendis ítróttur

Leygardagin var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í Trinstovuni á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen

Leygardagin var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í Trinstovuni á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen

Leygardagin var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í Trinstovuni á Tórsvølli - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Árið í fjør hilnaðist væl fyri Fótbóltssamband Føroya. Hetta kom fram á árliga aðalfundinum, sum varð hildin í Trinstovuni á Tórsvølli leygardagin.

Roknskapurin fyri 2025 varð lagdur fram, og vísti hann eitt yvirskot upp á góðar 1,4 milliónir krónur

Í formansfrágreiðingini kundi forsetin, Christian Andreasen fegnast um stóru framgongdini og methøgu luttøkuna í føroyskum fótbólti seinastu árini, samstundis sum bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið høvdu metgóð úrslit í fjør.

Á fundinum varð nýggj strategi fyri Fótbóltssamband Føroya løgd fram. Nýggja strategiin ber heitið Saman Framá og lýsir málini fyri føroyskan fótbólt komandi fýra árini.

Aðalfundurin samtykti eisini dagførdar viðtøkur fyri FSF, har broytingar eru gjørdar við bygnaðinum við undirnevndunum. Endamálið við broytingini er at hava ein tíðarhóskandi nevndarbygnað, sum stuðlar undir strategiætlanini fyri FSF.

Talan gjørdist tískil um ein skjótan, góðan og siðiligan fund, ið varð avgreiddur eftir ein góðan lítlan tíma.

Aðalfundurin endaði við at FSF forsetin tók samanum, og síðan bleiv fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #