Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður 
Svarari:  Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum 
Evni:  Síðuskrúvurnar á Smyrli

Spurningar:   
1. Virka nýggju síðuskrúvurnar á Smyrli sum tær eiga?

2. Um ikki, nær kann so roknast við, at tær fara at virka?

3. Hvussu nógv hevur tað kostað at seta nýggju síðuskrúvurnar í Smyril?

4. Vóru síðuskrúvurnar liðugt testaðar, áðrenn Smyril fór aftur í sigling eftir at hava verið í dokk í heyst?

Viðmerkingar: 
Stutt eftir at Smyril var komin aftur í sigling, eftir at hava verið í dokk í heyst, hevði Dimmalætting samrøðu við skiparan. Hann segði millum annað, at tað gjørdi góðan mun, at Smyril hevði fingið nýggjar síðuskrúvur, tí áðrenn skipið hevði fingið síðuskrúvur aftan, vóru so nógvar ristingar í afturskipinum, tá leggjast skuldi at, at síðuskrúvurnar vóru neyðugar, um skipið skuldi halda í nøkur ár afturat.   

Skiparin segði eisini, at onkuntíð, tá ið Smyril hevði avlýst túrar, hevði tað ikki verið tí at tað hevði verið so ringt at siglt, men tí at tað hevði verið ov nógvur vindur í havnarløgunum til, at tað bar til at manerera trygt.

Men nakrar vikur seinni skrivaðu fjølmiðlar, at trupulleikar vóru við síðuskrúvunum á Smyrli, tí hesar settu brandalarmin í gongd, tá hann ikki átti at fara í gongd. Fólk frá framleiðaranum skuldu koma til Føroya at kanna trupulleikan.

Nú ljóðar, at brekið er framvegis ikki rættað, og fólk eru farin at seta spurnartekin við, um hetta kann vera ein orsøk til nógvu avlýsingarnar sum hava verið ta seinastu tíðina.  

Á Løgtingi, 2. februar 2026 
Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #