Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Skúli

Íverksetarahúsið: SjóGló úr Eysturskúlanum í Havn hevur í dag vunnið DM í íverksetan í Kolding og er harvið vorðið danmarksmeistari í íverksetan fyri fólkaskúlanæmingar úr 8.–10. flokki.

Kappingin savnar næmingar úr Danmark, Grønlandi og Føroyum og leggur dent á nýhugsan, burðardygd og altjóða sjónarmið.

Luttakararnir skulu eisini vísa, hvussu verkætlanirnar samsvara við heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning.

SjóGló hevði frammanundan gjørt vart við seg við at vinna SkúlaFM 2026, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Mentamálaráðið.

Vinnandi verkætlanin byggir á at framleiða vitaminir úr fiskaskræðu og harvið gagnnýta føroyska rávøru til eina nýggja, virðismikla og burðardygga vøru.

Sum grundgeving legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at produktið hjá SjóGló er sera tíðarhóskandi, væl ment og roynt.

Eisini søgdu dómararnir, at tær vóru sera djarvar at kasta seg út í eina so stóra verkætlan, uttan nakrar royndir frammaundan.

Bólkurin er mannaður av næmingum úr 9. flokki í Eysturskúlanum: Nikolina Flora Højgaard Kristjansdóttir, Bjørk Dánjalsdóttir Absalonsen, Elin Joensen og Heiðrun Torbjørnsdóttir Lisberg.

Lærarar eru Asta Eystursdal Nielsen og Johann J. Petersen.

Sigurin vísir høga støðið á føroyskum íverksetaranæmingum og undirstrikar, at føroyskar loysnir kunnu gera mun – eisini altjóða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #