Nógv hevur verið sagt um Fólkaflokkin og rættin at ganga í haganum. Og mestsum er ferðavinnan og bóndin vorðin fíggindar. Hetta eigur ikki at vera so. Vit kunna bæði hava skilagóða ferðavinnu og virðing fyri okkara bøndrum – sum geva okkum heimsins besta lambskjøt.
Bæði bóndin og ferðavinnan ríkar okkum. Ferðafólk siga ofta, at vit hava heimsins vakrasta land og at fólkið er óvanliga gestablítt. Hetta er gott at fáa at vita og hetta muga vit halda fast í. Flest av okkum vilja eisini ferðast og vera móttikin væl, har vit fara.
Okkara fantastiska matstovuvinna er eisini tætt tengd at ferðavinnuni og vit hava matstovur í heimsklassa, sum nógv ferðafólk við gleði njóta.
Ein dagin sá eg eitt skeltið við Hotel Føroyar, ið segði, ”grasi er til seyðin, og gøtan er til tín”. Sjálvandi skula vit virða seyðin, hann er okkara sigursteinur og yndisføði – og ferðafólk nýtast ikki ganga allastani. Vit skulu gera góðar og tryggar gøtur at ganga á, so hagafuglur og seyður fáa frið – og bóndin virðing.
Ferðavinnan skal skipast í samráð við fólk á staðnum og við viðring fyri seyði, og øðrum djóralívð. Og sjálvandi má bóndin hava okkurt at skula hava sagt á egnari jørð. Og NEI, Fólkaflokkurin fer ikki at fora fólkið at ganga í haganum. Hinvegin er traðkaða grasið nógvastaðni nokk so mórut – tað er keðiligt fyri øll.
Birita Lamhauge Jóansdóttir
Valevni fyri Fólkaflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



