Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre
Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-082/2025 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um óavgreiddar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og uppihaldsloyvi til makar

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvussu nógvar umsóknir um at endurnýggja arbeiðsloyvi hevur Útlendingastovan til viðgerðar - skilt sundur á mál eftir Fast-Track skipanini og onnur mál um arbeiðsloyvi?

2. Hvussu nógvar av omanfyri nevndu umsóknum eru óviðgjørdar ávikavist ikki endaliga avgreiddar?

3. Hvussu nógvar umsóknir um uppihaldslovi til makar ella samlivar hjá útlendingum við arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum hevur Útlendingastovan, sum í løtuni eru óviðgjørdar ávikavist ikki endaliga avgreiddar?

4. Metir landsstýriskvinnan Útlendingastovuna hava nóg nógva starvsfólkaorku og fíggjarliga orku at røkja sínar uppgávur á ein fyrisitingarliga haldgóðan hátt í mun til málsviðgerðartíðina av málum?

5. Um ikki, hvussu nógv eyka starvsfólk og eyka fíggjarliga orku metir landsstýriskvinnan Útlendingastovuna hava tørv á fyri at røkja uppgávurnar nøktandi?

6. Hevur landsstýriskvinnan nakrar ítøkiligar ætlanir um átøk at bøta um støðuna hjá Útlendingastovuni við atliti at arbeiðsbyrðu, fyrisitingarligari góðsku og avgreiðslutíðum?

Svar til spurning 1 
Útlendingastovan upplýsir, at síðan málsviðgerðin í ávísum útlendingamálum varð flutt til

Útlendingastovuna at umsita, hin 1. september 2024, hevur Útlendingastovan, pr. 9. februar 2026, skrásett 6.151 mál í nýggju málsviðgerðarskipanini. Av hesum eru 1.874 mál framvegis ikki avgreidd. Útlendingastovan hevur sostatt avgreitt á leið 4.277 mál og í 3.600 av hesum málum átti málsviðgerðartíðin at verið 30 dagar.  

Stórt trýst hevur verið á at málsviðgera t.d. arbeiðsmál skjótt, og hevur hetta ávirkað raðfestingina hjá Útlendingastovuni. Harumframt hevur Útlendingastovan uppraðfest at viðgera mál, har útlendingurin bíðar eftir at sleppa til landið ella at byrja at arbeiða. Hetta hevur havt við sær, at umsøkjarar, sum rættstundis hava søkt um at leingja sítt loyvi ella sína góðkenning, og sum tí kunnu halda áfram við somu rættindum í málsviðgerðartíðini, hava bíðað munandi longri eftir svari í sínum máli.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #