Løgreglan: Um vikuskiftið hevur Føroya Politi fingið tríggjar fráboðanir frá handlum í Tórshavn, har ein persónur hevur sagt seg vera politistur yvir fyri starvsfólkum í handlunum.
Persónurin er fyrrverandi politistur, men er ikki í starvi hjá politinum longur.
Viðkomandi er nú skuldsettur í málinum, sum Føroya Politi kannar víðari.
Av tí at talan er um eitt áleikandi mál, eru ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



