Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Tiltøk

Nevndin fyri Sloans Savn: Hátíðarløta verður við Tinghúsvegin 10 í Havn, sunnudagin 8. februar kl. 13:30, tá ið Sloans Savn verður latið upp, og minnisvarði til minnis um William Gibson Sloan verður avdúkaður.

Í nøkur ár hevur verið arbeitt við at seta á stovn eitt savn til minnis um trúboðaran William Gibson Sloan og samtíð hansara. Hann var føddur í Dalry í Skotlandi 4. sept. 1838 og kom til Føroya á fyrsta sinni í 1865. Hann virkaði einsamallur í nógv ár, og gjørdist hansara trúboðaravirki upprunin til brøðrasamkomurnar í Føroyum. Í 1881 giftist hann Elsebeth Isaksen, vanliga nevnd Elspa í Geil, og í 1888 fluttu tey í egin hús  við Tinghúsvegin í Havn. Tað er í hesum húsunum - Sloans Húsi -  við Tinghúsvegin 10, at Sloans Savn heldur til.

Meðan arbeitt varð við Sloans Savni, tóku einstaklingar stig til at reisa minnisvarða, sum Hans Pauli Olsen nú hevur myndað. 

Á hátíðarløtuni syngur Ebenezerkórið, hugleitt verður um Sloan og minnisvarðan, og heilsanir verða bornar fram. 

Øll eru hjartaliga vælkomin, og boðið verður til ein drekkamunn í Ebenezer aftaná.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #