Vegna brek á kølivatnsskipanini á Smyrli verða túrarnir kl. 08.30 av Krambatanga og kl. 11.00 av Havnini ikki sigldir. Smyril siglir aftur av Krambatanga kl. 17.30.
Soleiðis sigur Strandferðslan á heimasíðuni í morgun.
Eisini verður sagt, at tyrlan ger eykatúrar millum Froðba og Tórshavn í dag. Men tey sum hava átrokandi tørv á at sleppa við tyrluni, eitt nú um tey skulu av landinum, hava fyrstu raðfesting.
Pláss er fyri 14 ferðafólkum í tyrluni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



