Hóast Meginfelag Búnaðarmanna í seinastu ársfrágreiðing sigur frá nógvum avbjóðingum, so eru eisini fleiri glottar at hóma. Eitt nú trífaldaðist sølan í Grønlandi, verður sagt, uttan at víst verður til nøkur tøl. Men góða úrslitið er komið av einum miðvísum arbeiði hjá søludeildini, verður sagt.
MBM hevur síðani septembur í 2023 millum annað selt vanliga mjólk, kakaomjólk og róma í Grønlandi.
Eisini nevnir leiðslan, at gongd er komin á virksemið í Skálavík, har mjólk er komin á anleggið og leiðari er settur. MBM ætlar at gera ost í Skálavík.
- Í mars 2026 er mjólk komin á anleggið, og hetta er ein sera gleðiligur og týðandi varði fyri felagið, verður sagt.
Sagt verður eisini, at í Føroyum helt gongdin fram í fjør, har vit drekka alsamt minni vanliga mjólk ella, sum MBM sigur, fríska mjólk.
- Men gleðiligt er, at samlaða sølan av mjólk tilsamans er áleið tann sama sum árið fyri. Hetta merkir, at bløðingin í mjólkasøluni er steðgað, sigur leiðslan í MBM í ársfrágreiðingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



