Her er eitt yvirlit yvir, hvør mannar tær ymisku nevndirnar í Løgtinginum.
Fíggjarnevndin
Fíggjarnevndin veitir eykajáttanir sbrt. § 44, stk. 2 í Stýrisskipanarlógini og gevur annars Løgtinginum tilmæli í fíggjar-, búskapar-,skatta- og avgjaldsmálum.
Landsstýrismálanevndin
Landsstýrismálanevndin hevur rættarligt eftirlit við, at løgmaður og landsstýrismenn halda lóggávuna. Hon røkir starv sítt sbrt. § 38 í Stýrisskipanarlógini. Nevndin hevur heimild at boðsenda løgmanni ella landsstýrismanni at koma á fund at greiða frá ávísum máli. Málini eru loynilig í tann mun, viðurskifti hjá einstaklingum gera tað neyðugt.
| Fastir limir | Leiklutur | Varalimir |
|---|---|---|
| Erhard Joensen | Magni Højgaard | |
| Grímur Sundstein | Jørgen Niclasen | |
| Hervør Pálsdóttir | Eirikur í Jákupsstovu |
Mentanarnevndin
Mentanarnevndin gevur Løgtinginum tilmæli í útbúgvingar-, menta-, miðla- og kirkjumálum.
Rættarnevndin
Rættarnevndin gevur Løgtinginum tilmæli í lógarmálum, kommunumálum, arbeiðsmarknaðarmálum, arbeiðsumhvørvismálum og útlendinga- og integrasjónsmálum.
Trivnaðarnevndin
Trivnaðarnevndin gevur Løgtinginum tilmæli í almanna-, heilsu-, og javnstøðumálum.
Uttanlandsnevndin
Uttanlandsnevndin gevur landsstýrinum tilráðingar í uttanlandsspurningum sbrt. § 54 í Stýrisskipanarlógini, áðrenn avgerðir, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning, verða tiknar og gevur annars Løgtinginum tilmæli í útlendingamálum, øllum uttanlands- markna- og verjumálum, eisini um viðurskiftini við Danmark. Innihaldið í ráðførslunum er í flestu førum loyniligt.
| Fastir limir | Leiklutur | Varalimir |
|---|---|---|
| Jørgen Niclasen | Formaður | Bill Justinussen |
| Høgni Hoydal | Næstformaður | Hervør Pálsdóttir |
| Kristian Krog Hentze | Árni Skaale | |
| Bjarni Hammer | Ben Arabo | |
| Helgi Abrahamsen | Sunnvá Dahl Høgfeldt | |
| Bjarni Kárason Petersen | Ruth Vang | |
| Jenis av Rana | Steffan Klein Poulsen |
Vinnunevndin
Vinnunevndin gevur Løgtinginum tilmæli í fiskivinnu-, sjóvinnu-, fiskiídnaðar- og øðrum ídnaðarmálum, alivinnu-, landbúnaðar-, fjarskiftissamskiftis-, samferðslu-, oljuvinnu- ferðavinnu-, nettrygdar-, handils-, orku-, umhvørvis- og byggimálum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



