Visit North: Hósdagin 19. februar verður stór ferðavinnuráðstevna í Varpinum í Klaksvík.
Tað er Visit North, sum skipar fyri einari ferðavinnuráðstevnu, har vit varpa ljós á tær ferðavinnuupplivingar og møguleikar Norðoyggjar hava at bjóða.
- Vit merkja ein øktan eftirspurning eftir upplivingum í Norðoyggjum frá bæði føroyingum og útlendingum. Tí valdu vit at skipa fyri einum slíkum degi, har vit hava bjóðað føroysku ferðavinnuni norður, fyri at síggja hvat vit hava at bjóða, sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit North.
Og vit eru ógvuliga fegin um at ferðavinnan hevur tikið so væl ímóti hesum tilboðnum, tí vit verða út við 150 fólk til dagin.
Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu, setir ferðavinnuráðstevnuna kl 10.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



