Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Lesarin skrivar

Nú verður ikki tosað nógv um Suðuroyartunnilin og slett ikki um Skúvoynna, orsøkin er helst, tí suðringar og teirra politikarar vita við vissu, at tey fáa sítt.

Vit vita onki annað, enn at onkur politikari nevndi Skúgvi so hissini í valstríðnum. Kortini skal sigast, at nøkur verðuliga tóku okkum við í teirra valstríði, men fingu tíverri ikki sæti á tingi, tó onkur komu inn, sum eisini vildu okkum væl. Sambandsflokkurin var tann einasti flokkur, sum hevði eitt verðuligt uppskot, sum kundi ført til, at vit vóru meiri vís í, at vit eisini fáa tunnilsamband.

Hvat bleiv av tí uppskotinum?

Tá ið alt er dult, sum mansmorð, fyri almenninginum, er ikki lætt at vita hvussu verður við okkum og teimum, sum helst høvdu búsett seg her í bygdini.

Vónandi verður tað ikki MÚSAHOLIÐ, sum Teitur Samuelsen segði, men ein tunnil, sum kann brúkast, bæði til vanliga ferðslu og ikki minst neyðstøðu, sum sjálvandi ongin vónar nakrantíð verður brúk fyri.

Sum eg skilji støðuna, so eru rættuliga nógvir suðringar, ið vilja hava tunnilin upp í Skúgvi.

Men tey siga seg ikki tora, at siga ov nógv.

Tá ið tunnilin einaferð er komin, verður koyrandi líka av Viðareiði til Sunnbiar og til hvønn hjall í Suðuroy orsaka av øllum tunnlunum. Tá ið Sandvík hevur fingið sín, eru sjey tunnlar í Suðuroynni.

Um vit ikki verða við í øllum hesum, vera vit einasta oyggj og einasta bygd sunnanfyri Skopunarfjørð, ið ikki fær vegasamband.

Kanska ein av orsøkunum til henda sera lítla viljan, at lata okkum fáa part í hesi útbyggingini er, at Hestoyggin og Kallsoyggin ikki fingu tunnilssamband, tá ið tað var sera lætt og líkatil at gera.

Kanska teir vænta ov nógv trýst á politisku skipanina, um vit nú verða tikin við.

Onkur fer helst at kalla hetta gitingar, men tá ið alt verður dult sum mansmorð frá politisku skipanini, ber sumt kanska brá av gitingum, men eg havi kortini frætt okkurt smávegis um gongdina í hesum málið.

Eisini havi eg frætt ymiskt frá suðringum, sum undirbyggir nógv av tí eg skrivi.

Sjálvt um vit onki vita, uttan at Suðuroyartunnilin einaferð verður verðuleiki, so hava vit enn eina vón, sjálvt um hon er ógvuliga lítil.

Við heilsan
Harry Jensen
Skúgvi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #