Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Ein serlig hending í italska býnum Napoli hevur vakt ans í miðlum kring allan heim. Onkur kallar tað enntá eitt gott, gamaldags bankarán.

Servændu politistarnir máttu so nakkalangir avstað aftur, tí ránsmenninir sum fóru inn í bankan í Napoli komu ongantíð út aftur. Teir rýmdu við tjóvagóðsinum gjøgnum ein tunnil, sum teir frammanundan høvdu fyrireikað í fleiri mánaðir.

Hendingin fór fram seinasta hósdag og tað var ein deild hjá Crédit Agricole-bank í Napoli sum varð rænd.

Tríggir vápnaðir mans í grímu fóru inn í bankan og tóku øll har gíslar. Samstundis brutu tríggir aðrir, sum vóru komnir inn gjøgnum tunnilin, seg inn í nógvar boksir í bankakjallaranum og stjólu gull og annað virðismikið. Síðani flýddu allir gjøgnum sama tunnil, sum endaði í einum av nógvu tunlunum sum er undir Napoli, og sum ikki verða brúktir til nakað longur, men undir krígnum vóru brúktir til bumbuskýli.

- Teir mugu hava grivið tunnilin við hond, so larmurin ikki skuldi vekja mistanka, sum ein kelda sigur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #