Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Merkisdagar

Svenski kongurin, Carl Gustaf, fyllir 80 ár hósdagin.

Í svenskum útvarpi minnist hann í hesum sambandi aftur á eina hending í Sydney, Australia, í 1966, tá hann sum 20 ára gamal var undir útbúgving og sigldi til fjarskotin lond.

Á bryggjuni hitti Carl Gustaf ein heimleysan, svenskan mann, sum ikki uppdagaði, at tað var táverandi svenski krúnprinsurin, hann tosaði við.

- Hann kom bara oman á kajina at hyggja eftir svenska skipinum og fáa eina kenslu av heimlandinum, tí hann hevði búð nógv ár í útlegd. Tað var ein serlig løta fyri meg, sum eg oftani havi hugsað um síðani, tí tað var ein av fáu ferðunum, eg havi kent meg anonyman, tá eg havi verið saman við einum svia, fortelur kongur.

Carl Gustaf gjørdist kongur sum 27 ára gamal í 1973, tá abbin, Gustaf Adolf kongur, doyði. Pápi Carl Gustaf doyði í eini flogvanlukku í Danmark nógv ár frammanundan.

Carl Gustaf kongur er giftur við Silviu drotning, og tey eiga børnini Victoriu krúnprinsessu, Carl Philip prins og Madeleine prinsessu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #