Har øll sópa fyri egnum durum, verður gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har øll sópa fyri egnum durum, verður gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe
Lesarin skrivar

Fyri kortum kom eitt uppskot frá samgonguni fyri tingið um eina veðurlagslóg.

Samgongupolitikarar lovprísaðu hesum uppskotið og hildu at tað var eitt krav at vit skuldu fáa hetta gjøgnumført.

Men so var tað ein persónur, sum kom við einari almennari áheitan um at koyra uppskotið í skrell.

Ting broytast ofta skjótt, val verður útskrivað og nú hoyra vit at grønastu profilarnir á lista C melda pass til komandi val og viðkomandi sum vildi koyra uppskotið í skrell og helst er tann svartasti føroyingurin, tá til orku kemur, skal loysa av á lista C.

Hvat skal veljarin vænta, ein javnaðarflokk, sum fer at liggja uttast til høgru ella ein Ben sum snarar langt til vinstru?

Ella er hetta bara reinur panikkur til komandi val nú veljarakanningarnar eru so vánaligar. 

Seinasta val var veðurlagslógin partur av valskránni hjá Javnaðarflokkinum.

Verður veðurlagslógin aftur nú partur av valskránni?        

Royters

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #