Orsøkin til at jeg valdi at fara upp í politikk var tann, at jeg sá ójavnar í mínum lokalumhvørvi, Suðuroynni, í mun til restina av landinum. Nógv er komið av skafti, men enn er sera nógv eftir, áðrenn okur ordiliga merkja, at nú eru okur við at vera javnstillaði við meginøkið.
Seinasta árið hava okur hækkað játtanina, so hon er tann hægsta nakrantíð. Harumframt settu okur í Fíggjarnevndini munandi upphæddir av. Millum annað:
1 mio brúgvin í Hovi og klippiútgerð til bjargingarfelag
Kappróðrarmálbilur, 700.000, projektera Suðuroyartunnellina.
Tann gloymdi kilometurin í Trongisvági, 4mio, Vegur í Froðba, 2mio
Brúgv við sandin í Vági, 500.000, Gongubreyt í Øravíkarlíð 1 mio.
Føroya Heilsuskúli 600.000 til leigu av lestraríbúðum
Umvælingar á Sjúkrahúsinum 14 mió, Skjalasavnið eyka rakstur, 500.000
Føroya eftirskúli hægri játtan.
Átroðkandi soylu til skurviðgerðina á Suðuroyar Sjúkrahúsi, 1,5 mió
Prosjektera útbygging og nýbygging av starvsfólkabygninginum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, 1,5 mió
Eyka rakstur til flutning av sjúklingum til og frá Suðuroynni, 1,5 mió
Hesi tøl tala fyri seg! Har tað er ein vilji er tað ein vegur!
Veljið eitt sterkt umboð fyri Suðuroynna á Føroya Løgting.
Setið krossin við Bjarna Hammer á lista C
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



