TARIRA bíleggur javnan verk frá frá føroyskum tónaskøldum og vil á tann hátt gera kórrepertoirið í Føroyum meira fjølbroytt, áhugavert og viðkomandi fyri komandi ættarlið av kórsangarum og tónaskøldum.
Í samband við Shakespear verkætlanina hjá kórinum í 2016 tá 400 ár vóru liðin síðani deyða Shakespear, bílegði TARIRA fleiri verk frá føroyskum tónaskøldum og SONNET LXX var eitt teirra.
TARIRA hevur givið út eina heildarútgávu, DØGG í egnum navni og hevur harumframt luttikið á fleiri øðrum útgávum, m.a. Mai-mynd, sum eru sangir eftir Knút Olsen og Fljóðir av ljósi, sum eru verk eftir Kára Bæk og saman við Teitur, sum kórið í fleiri førum hevur samstarvað við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



