Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain
Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: TB gjørdi bart, tá nýklakti føroyameistarin SÍ vitjaði í Trongisvági í dag, og við sannførandi 3-0 sigri er greitt, at TB hevur spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini í flogbólti.

TB fekk flúgvandi byrjan og legði seg á odda 5-0, men við fimm stigum á rað javnaði SÍ til 7-7 og fór eisini framum 9-8. Men hetta var einastu ferð, SÍ var frammanfyri í settinum, tí TB fór framumaftur 10-9 og dró so líðandi frá og vann settið 25-16.

Annað sett var javnt, har liðini skiftust um at hava røðir við nógvum stigum, men bara frá 10-9 til 11-10 var SÍ frammanfyri. SÍ yvirlivdi fyrsta settbóltin, áðrenn ukrainska Yevheniia Prykhodko tryggjaði TB settið við serviessi til 26-24.

Í triðja setti var einki um SÍ, sum fór afturum 12-0. Tað man vera langt síðani, at tað er hent fyri SÍ. TB vann at enda settið 25-10.

Í Kollafirði fegnast tey um úrslitið, tí tað merkir, at KÍF framvegis hevur møguleikan at spæla seg í hálvfinaluna, men so krevst ein sigur á SÍ. Tey møtast í avgerandi dysti í Sørvági um eina viku. Vinnarin av tí dystinum vinnur sær sannlíkt sæti í hálvfinaluni. Hetta tó treytað av, at Ternan úr fyrstu deild, sum eisini er í bólkinum, ikki ger okkurt púra óvæntað og vinnur á liðunum í bestu deildini.

Í hinum bólkinum bendir alt á, at tað verða Mjølnir og Fleyr, sum spæla seg í hálvfinaluna. Hini trý liðini í bólkinum, Dráttur, Mjølnir B og U16 kvinnulandsliðið, eru ikki rættiliga ment at bjóða hinum báðum av. Tveir dystir hava verið í bólkinum higartil. Mjølnir vann 3-0 á Drátti, og Fleyr vann 3-0 á U16 landsliðinum.

------------

Mynd: TB

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #