Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur
Politikkur

Hóast vinstrivongurin í Danmark vann valið er onki avgjørt, tí Moderaterne við Lars Løkke Rasmussen á odda vil ikki vera partur av siðbundna, danska blokpolitikkinum og er tí komin í eina lyklastøðu.

Úrslitið av valinum bleiv, at reyðgrøni vongurin fekk 84 sessir og høgravongurin fekk 77 sessir. Men Moderaterne liggja mitt í millum við sínum 14 sessum.

Í morgun fer Mette Frederiksen, forsætisráðharri, til Fríðrik kong at greiða frá úrslitinum og hvørjir møguleikar eru eftir valið. Hetta er siður og verður altíð gjørt. Men í veruleikanum er tað Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderaterne og fyrrverandi forsætisráðharri og núverandi uttanríkisráðharri, sum situr við lyklunum. Og danir spyrja seg sjálvar og hvønn annan, um tað verður hann sum seinni í dag fer til kongin at boða frá, at hann skipar samgongu tvørtur um miðjuna.

Danskir miðlar skriva, at enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu um, hvønn veg úrslitið fer. 

Men lítið er at ivast í, at dúgliga verður telvað á Christiansborg í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #