Túsundtals norðmenn hava ognað sær atgongumerki til dystirnar hjá Noreg í HM í fótbólti í summar.
Ósemjan í býnum har Noreg skal spæla sínar dystir, snýr seg um, hvør skal rinda fyri trygdarútreiðslurnar, bæði í býnum og á stadionøkinum.
Fifa heldur, at lokala fyrireikingarnevndin og vøllurin hava ábyrgdina, meðan eigararnir av vøllinum halda, at tað er Fifa sjálvt, sum skal gjalda rokningina, tí tað er Fifa, sum leigar vøllin.
Talan er um einar 80 milliónir krónur, sum eingin av pørtunum er sinnaður at gjalda.
Fæst ikki semja, kann tað enda við, at dystirnir hjá Noreg verða fluttir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



