Ein bygdarmynd er farin.
Nokkso løgið at hugsa sær, tá vit vita, at tað eru fólk, sum dyrka gamalt agg millum bygdir her í oynni. Thordis var ikki ein teirra!
Thordis var miðvingur, men hon var sanniliga eisini sørvingur. Og uttan nakrantíð at hava spurt hana, so eri eg vís í, at hon kendi seg sum bæði.
Thordis tók aktivan lut í bygdalívinum her í Sørvági, bæði sum bygdaráðslimur, sum íverkseti av countryfestivalinum og sum aktvistur.
Hon var inkluderandi: tað var hon, sum fekk meg at stilla upp til bygdaráðið, og tað eri eg henni æviga takksom fyri, tí tað var ein góður lærdómur. Eg ivist ikki í, at hon var sera fegin um, at alt fleiri og fleiri kvinnur vildu stilla upp bæði til løgting og kommunur.
"Ja, eg vil avgjørt ráða øðrum kvinnum at stilla upp, tí tað er umráðandi, at bæði kynini eru umboðað í einum bygdaráði, ongantíð betri um tað var helvtin kvinnur og helvtin menn. Eg haldi, at tá bæði kynini samstarva, kemur ofta nógv gott burturúr."
Soleiðis málbar hon seg , tá hon stillaði upp til bygdaráðsvalið fyri seinastu ferð, tá Demokratia hevði samrøðu við hana.
Hon hevði nøkur mál, hon brendi fyri: eldrarøkt, samanlegging av kommununum, eitt mál eg ikki var samd við henni í, men her kom aktivisturin upp í hana. Ein dagin, eg kom frá arbeiði hekk ein seðil á hurðahandtakinum, har eg var biðin um at taka undir við samanlegging. Aktivistur um ein háls! Og so var tað dansistovan! Hetta at fáa dansistovuna aftur til heiður og æru, var hennara hjartamál. Tað kom hon at uppliva, tíbetur.
Á veg í kirkjuna hendan dagin til jarðarferðina, gekk eg framvið dansistovuni, og tankarnir fóru til Thordis, mintist hvussu hon tók um meg, fyrstu ferð vit hittust í dansistovuni, eftir at hon læt upp aftur: "Hvat dámar tær?"
Komin í kirkjuna, sá eg beinanvegin, at har var ógjørligt at fáa pláss - men eg mátti fram at leggja hondina á kistuna at siga far væl. Har lá cowboyhatturin so fittur, eg hevði næstan hug at strúka eftir honum, men gjørdi tað ikki. Býttari eri eg ...
Í Kirkjuhúsinum hoyrdu vit countrytónleik úr hátalaranum, sum fekk tankarnar at sveima aftureftir. Eg havi ongantíð verið stórur countryfjeppari, samanbar tann stílin við alt tað konservativa í bygdini, men tá eg hoyrdi røddina á Jim Reeves, fóru tankarnir aftur til mína tíð sum postberi, og at koma inn í eitt ávist hús, har tónarnir frá Distant Drums ljóðaðu úr plátuspælaranum og eitt par í mínum grannalagi, annað úr Sørvági, hitt úr
Miðvági, spakuliga sveimaðu, nýforelskað eftir køksgólvinum. Jú, okkurt hevði fest seg í minnið kortini.
At fylgja Thordis til gravar, var sum at fylgja einum celebrity; har vóru fólk úr øllum Føroyum, tí hvør kendi ikki Thordis? Tað var jú hon, sum hevði sett Sørvág á føroyakortið.
Marjun í Kálvalíð helt eina hjartanemandi talu, og eg varnaðist beinanvegin, at Thordis hevði valt flewiri sálmar skrivaðar av kvinnum - sjálvandi!
Tað eru summi fólk, sum skara eitt sindur meira burturúr, Thordis var eitt teirra.
Hvíl í friði, Thordis.
"Lat barn títt hjá tær hvíla
í trygd og frið,
so kann tað fegið smíla
við tína lið!"
(Julie V. Hausmann, 1862)
Marna Jacobsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



