Um tú ivast, at nakar leggur í, um tú ert á lívi, gloym so eini tvey mánaðargjøld
- Earl Wilson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ivast, at nakar leggur í, um tú ert á lívi, gloym so eini tvey mánaðargjøld
- Earl Wilson
Lesarin skrivar

Nú politiskir flokkar eru í ferð við at tilevna samgonguskjal, vilja vit minna á nøkur almannamál/pensjónsmál, sum farna samgonga arbeiddi við.

Í samgonguskjalinum hjá fráfarna landsstýri stóð, at eftirløn skal veitast fyritíðarpensjónistum. Áhugabólkur Pensjónista fer við hesum at heita á samgonguflokkarnar at syrgja fyri, at hetta lyfti kemur við í samgonguskjalið og verður hildið í komandi samgonguskeiði.

Seinasta árið hevur Áhugabólkur Pensjónista viðgjørt fleiri pensjónsmál/almannamál saman við løgtingslimum úr fleiri politiskum flokkum umframt við landsstýrismannin í almannamálum og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum.

Mál, ið partarnir hava viðgjørt, eru m.a. at

  • mótrokningin í fólkapensjónini má hækkast úr 69.100 kr. uppí 102.600 kr.

  • Mótrokningin í pensjónini eigur at verða stigvíst hækkandi, soleiðis at pensjónistar við lágari inntøku verða linari mótroknaðir enn høgtløntir pensjónistar

  • Pensjónirnar eru afturútsigldar og mugu hækkast heilt munandi

  • Fyritíðar- og fólkapensjónistar mugu fáa somu krónuupphædd í árligari pensjónshækkan sum fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum

  • Fátækraraktir fyritíðar- og fólkapensjónistar, eiga at fáa eina eykaviðbót afturat pensjónini. Pensjónistar í vælferðarsamfelagnum Føroyum eiga ikki at liva í fátækradømi.

Hesi mál og aðrir batar til frama fyri korini hjá pensjónistum eiga at verða fingin í rættlag í komandi samgonguskeiði.

Áhugabólkur Pensjónista

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #