Amerikanski forsetin, Donald Trump, er fyrrapartin í dag vaknaður til dáð við eini uppdatering á Truth Social, har hann skiftivís spottar og hóttir Iran.
- Iran, sum er sligið til helvitis, hevur biðið um umbering og givið seg yvir til grannalondini í Miðeystri og lovað, at teir ikki fara at skjóta eftir teimum aftur.
- Iran verður rakt sera hart í dag. Orsakað av ringu atferðini hjá Iran, verður mett at fullkomiliga oyðileggja øki ella senda fólk í tann vissa deyða, sum ikki hava verið mett sum mál fyrr enn nú, skrivar Trump sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



