Amerikanski forsetin, Donald Trump, ávarar um ógvusligar avleiðingar fyri Iran, um Hormuzsundið ikki verður latið upp innan týsdagin, skrivar TV 2.
- Týsdagin verður orkuverksdagur og brúgvadagur savnaðir í ein, í Iran. Tað verður uttan líka. Opna hatta fucking sundið, tykkara sinnissjúku lortendar, ella fara tit at búgva í Helviti – BÍÐA OG SÍGGJ! Lovaður veri Allah, skrivar Trump á sínum sosiala miðli, Truth Social.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



