Amerikanski forsetin smyr nú tjúkt uppá í eini samrøðu við Fox News.
- Skriva tey ikki undir, so spreingja vit alt landið í luftina, sigur hann millum annað, og leggur afturat, at USA er tilreiðar at brúka sterkari lút ímóti Iran enn nakað land nakrantíð áður hevur roynt. Tí tað ber ikki til, at tey fáa kjarnorkuvápn, sigur Donald Trump millum annað í samrøðuni.
Samráðingarnar ímillum Iran og USA, sum Pakistan hevur tikið uppá seg at standa fyri, halda fram í Islamabad.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



