- Vit fingu 48 leiðarar við ein brest, tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, í viðtal við amerikanskar miðlar.
Hann sigur, at tað gongur bæði betri og skjótari enn teir høvdu torað at vóna, tá teir løgdu ætlanir um álopið á Iran.
Sjálvur fylgir hann við frá privata bústaði sínum í Florida.
Fyrr í dag ljóðaði frá iranska herinum, at teir høvdu rakt amerikanska flogberan USS Abraham Lincoln, men amerikanski herurin avsannar at so er.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



