Í samrøðu við CNN sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, at amerikanski herurin "bukar lortin úr" Iran, og at ein stór bylgja av álopum er á veg.
– Vit eru ikki ordiliga byrjaðir enn. Stóra bylgjan er ikki komin enn. Hon kemur skjótt, sigur forsetin.
Hann sigur víðari, at tað mest óvæntaða vóru álopini hjá Iran á onnur lond í Miðeystri sum Jordan, Kuwait og Katar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



