Trý fólk eru deyðu umborð á ferðamannaskipinum Hondius, sum hevur heimstað í Rotterdam, og siglir í suður- og norðurtalantiskum farvatni fyri niðurlendska felagið Oceanwide Expeditions, ið serliga bjóðar arktiskar- og antarktiskar ferðir til oyggjar og støð, ið eru trupul at koma til.
Fólkini eru deyð av sjaldsama hentavirisinum. Hendingin er farin fram millum Argentina og Kabo Verdi í Suðuratlantshavi.
Tvey av teim deyðu eru eitt niðurlendskt par, maður og kona, og triði deyði persónurin er breti.
Á Facebook profilinum hjá Oceanwide Expeditions hava ferðafólk avmyndað stórhval og skarv í føroyskum farvatni í 2015 og 2018.
Umframt Hondius, sum kom í rakstur í 2019, hevur Oceanwide skipini Janssonius, sum er systurskip, Ortelius, Plancius, Noorderlicht og Rembrandt van Rijn.
Sambært keldum hevur skipið ikki vitjað í Føroyum, hóast siglt hevur verið frá Aberdeen til Svalbard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



