Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Tað skal til eina og hvørja tíð vera trygt hjá børn og ungum at taka lut í dystum, kappingum ella øðrum tiltøkum, ið eru fyriskipaði av FSF - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Fótbóltur kann vera kappingarsinnaður, harðrendur og ágangandi, og fyri nøkur kann tað gerast ov nógv – bæði kropsliga og sálarliga.

Í tí sambandi, og í samstarvi við ÍSF um átakið Tryggur Ítróttur, hevur Fótbóltssamband Føroya orðað ein politikk, ið serliga er ætlaður at verja børn og ung (0-18 ár).

Talan er um øll, uttan mun til um tey eru spælarar, venjarar, dómarar, hjálparfólk ella hava aðrar leiklutir í sambandi við dystir, kappingar ella onnur tiltøk, ið er fyriskipað av FSF ella limafeløgum hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Endamálið við politikkinum er at tryggja eitt trygt og virðiligt umhvørvi fyri øll sum luttaka í fótbólti – bæði børn, ung og vaksin. Karmarnir skulu tryggja, at øll kenna seg vælkomin, samstundis sum tey hava møguleika fyri at mennast – bæði persónliga og ítróttaliga.

H E R ber til at kunna seg meira um átakið Tryggur Ítróttur, og millum annað fáa vegleiðing um, hvussu feløg sjálvi kunnu orða sín egna trygd og trivnaðar politikk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #