Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

FBF: Fyrireikingarnar til fyrsta dystin í Kutna Hora í Kekkia blivu ikki sum ætlað var, tí ferðalagið var áleið 30 tímar seinkað orsaka av nógvum vindi í Føroyum týsdagin.

Kekkia er vertur fyri bólki D í aðru undankapping til EM endaspælið fyri U18 gentur, sum verður í Lettlandi og Litava í juli.

Eftir ætlan skuldi ferðalagið verða koma fram týsdagin seinnapart, men kom ikki á hotellið í Kutna Hora í Kekka fyrri klokkan leið til miðnátt í gjár - mikudagin. Orsøkin var nógvi vindurin í Føroyum týsdagin og so eisini fótbóltsdysturin ímillum Kekkia og Írland. Hesin gjørdi, at tað var nærum ógjørligt at broyta flogferðaseðlarnar til Prag, tí írskir fótbóltsfjepparar í túsundatal høvdu keypt nærum øll flogsetur til Prag út ymiskum stórbýum í Evropa.

Føroysku U18 flogbóltsgenturnar hava tó vant í morgun og eru nú við at gera seg til reiðar at møta sterka kroatiska U18 liðnum. Hesin dysturin verður í dag kl. 14.00 føroyska tíð. 

Kl. 17.00 í morgin - fríggjadagin verður dystur ímóti Kekkia

Kl. 14.00 leygardagin verður dystur ímóti Ukraina.

Dystirnir kunnu síggjast á volej.tv

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #