Ukrainskir myndugleikar boða frá, at loftálop vórðu framd á Kyiv, Kharkiv, Dnipro og Sumy.
Tveir persónar fingu skaða, sambært borgarstjóranum í Kharkiv.
Russland hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til ukrainsku fráboðanirnar um loftálop.
Umboð fyri Russland og Ukraina skulu hittast í Abu Dhabi mikudagin og hósdagin til eitt nýtt samráðingarumfar um møguligan enda á krígnum, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



