Orkumálaráðharrin í Ukraina, Denys Shmyhal, sigur, at eitt orkuverk í eystara býarpartinum av Kyiv hevur fingið stóran skaða í russiskum álopum.
Skaðin hevur fingið myndugleikarnar at gera umleggingar til at fáa hitaveitingina aftur til túsundtals íbúgvar.
Shmyhal, skrivar á Telegram, at Darnytskyi-verkið einans hevur verið brúkt til at veita hita til fólkið, og at verkið hevur fingið stóran skaða.
– Hetta er eitt krígsbrotsverk framt av Russlandi, sigur hann sambært TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



