Várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum kom fram til, at ráðið metti 340 millióni við síðurnar uppá hálvt ár. Verður hugt eftir sama muni frá vár 2022 til í dag, er talan um eitt nummeriskt miðjal á 289 milliónir kr, og heilt upp ímóti hálvari milliard okkurt ári.
Talan er her um at gita 25 vikur fram, og í samband við haldførið verður gitt 35 ár fram í tíð. Onki galið er í, at gita fram í tíð. Spurningurin er bara hvat hvussu man ger tað og man brúkar tað til. Skal man brúka tað til at kollvelta pensjónsaldurin og tær skipanir, ið eru partur av tí, er brúk fyri venjingarlegu. Og soleiðs má tað ganga tá fokus ikki er á, at haldførið er ikki ein pensjóns- ella tunnnilstrupulleiki, men ein tilfeingistrupulleiki.
Gott í okkum, at ráðið ikki borar tunlar!
Kim Hansen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



