Eini foreldur klagaðu í februar 2025 til Barna- og útbúgvingarmálaráðið um, at barn teirra, sum hevði tørv á málmenning, ikki fekk játtað málmenningartilboð eftir Karlstad arbeiðsháttinum. Ráðið gav ikki foreldrunum viðhald í klaguni. Ráðið vísti í avgerð síni á, at Karlstad tænastan, sambært avtalu millum ráðið og Sernám, einans varð veitt børnum og ungum við Down syndromi, og barn klagarans var ikki fevnt av hesum bólki.
Í sambandi við klagumálsviðgerðina hjá umboðsmanninum greiddi Barna- og útbúgvingarmálaráðið umboðsmanninum frá, at Karlstad tænastan, ið veitt var børnum og ungum við Down syndrom, var ein fyribils loysn, men eisini ein royndarverkætlan.
Grundað á vantandi lýsing og skjalprógv av royndarverkætlanini hevði umboðsmaðurin ilt við at síggja, at talan skuldi vera um eina royndarverkætlan, men helt hinvegin, eins og ráðið eisini hevði víst á í frágreiðing til umboðsmannin, at talan heldur var um eina fyribils loysn.
Umboðsmaðurin helt tað eisini vera sera ivasamt, um heimild var í sernámsfrøðiligu lóggávuni fyri einari fyribils loysn við Karlstad tænastu til útvaldan bólk av børnum og ungum, og helt harafturat, at hendan loysnin ikki samsvaraði við líkaregluna ella meginregluna um sakliga fyrisiting.
Umboðsmaðurin gav samanumtikið Barna- og útbúgvingarmálaráðnum eina átalu fyri handfaringina av hesum máli og heitti á ráðið at umhugsa, hvussu tænastan kann veitast uttan at vera avmarkað til ávísa sjúkuavgerð.
Umboðsmaðurin heitti eisini á ráðið um at endurskoða heimildargrundarlagið fyri virkseminum hjá Sernámi og kanna møguleikan fyri einari meginlóg. (LUM 25/19983)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



