Fleiri danskar fyritøkur, teirra millum TDC, YouSee og Telmore, eru raktar av einum umfatandi KT-álopi á televeitaran OnlineCity.io.
Tað skrivar TDC Brands í tíðindaskrivi.
Óviðkomandi hava fingið atgongd til og tikið dátur úr skipanunum hjá fyritøkuni. Talan er millum annað um telefonnummur, nøvn á sendarum og fyrstu 20 teknini í sjálvvirkandi SMS-boðum, so sum tænastuboðum og áminningum.
Talan er ikki um privat SMS-samskifti millum einstaklingar, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



