Ein ung ungarsk kvinna, 32 ára gamla Annabella Lovas, sum var kend úr realitysjónvarpsrøðini The Bachelor í Ungarn, er funnin deyð á Gran Canaria.
Løgreglan hevur brúkt rúma tíð at eyðmerkja líkið, sum var funnið burtur frá kendum og atkomuligum ferðafólkaøkjum.
Heldur enn at peika á, at nakað revsivert er hent Annabellu, heldur løgreglan, at pengarnir til dagin og vegin eru gingnir undan, og at hon hevur fingið sálarligar trupulleikar bæði eftir vælumtóktu sjónvarpssendingarnar og viðgerð fyri krabba.
Upplýst verður eisini at leitað hevur verið eftir henni fyrr, tí eingin visti, hvar hon var. Tá varð hon funnin á lívi í Play del Ingles.
Leygarmorgunin 28. mars varð ein 15 ára gomul norsk genta funnin deyð í havinini í Puerto Rico á Gran Canaria.
Norska gentan var á ferð saman við foreldrunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



