Úrslitið hjá Articon, sum er ein av stóru byggifyritøkunum í Føroyum, minkaði nógv í fjør. Úrslitið eftir skatt var 26 mió kr sum skal samanberast við 47,7 mió kr ári frammanundan, sum tó var metár.
Sølan minkaði samsvarandi úr 797 mió kr í 2024 til 582 mió kr í fjør.
Men kostnaðir av ymsum slagi minkaðu, so tí endaði árið, sum tað gjørdi, og tað er leiðslan nøgd við, sigur hon í frágreiðingini.
Fíggjarstøðan hjá Articon javnvigaði við 334 mió kr á nýggjárinum og eginognin var 67 mió kr.
Útlutaða vinningsbýtið í ár er júst tær 26 milliónirnar sum vinningurin ljóðaði uppá. Tað er lítið í mun til árið fyri, tá vinningsbýtið var 170 mió kr, men tað hevði samband við, at fyritøkan varð seld til donsku byggifyritøkuna, Per Aarsleff Holding A/S.
Stjórarnir sum hava undirskrivað roknskapin eru Sunnvard Andreasen, Jens Christian Danielsen og Torleif Waagstein.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



