Amerikanska miðfyrisitingin hevur biðið um, at fleiri hernaðarligir fregnartænastumenn verða sendir til høvuðssætið í Florida at "stuðla átakinum móti Iran í minst 100 dagar - men sannlíkt til september."
Tað skrivar Politico, sum eftir øllum at døma hevur fingið atgongd til eitt notat, har henda áheitanin stendur.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur áður sagt, at kríggið kann vara í fýra vikur, men notatið, sum Politico hevur fingið, bendir á, at ósemjan kann vara munandi longri enn tað, skrivar Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



