Valkyrjurnar skipa fyri tiltaki á altjóða kvinnudegnum 8. mars, og seta okur kvinnur í politikki á breddan.
Valfepurin byrjar spakuliga at spreiða seg, og politisku flokkarnir gera uppstillingarlistar klárar til valið 26.03.
Valkyrjurnar heita á kvinnur um at trýna fram og seta dám á okkara samfelag!
Komið og hoyrið Súsonnu Berholdsen og Sirið Stenberg greiða frá, hvussu teirra politiska lívsleið byrjaði, og hvussu politiska tíðin hevur verið.
Eisini kemur Jóhan Eli L. Poulsen frá Demokratia at greiða frá einari kanning um kvinnur í politikki í Føroyum.
Tiltakið verður í Auluni í Vágs skúla kl. 14 - tiltakið er ókeypis!
Ásgerð Stenberg Olsen framførir nøkur løg.
Vónandi kunnu okur kveikja fleiri kvinnur til at trýna fram!
Okur síggjast 8. mars!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



