Hósdagin var tað serliga veðrið, ið setti dám á landsliðsvenjingina - Mynd: Hans Erik Danielsen
Hósdagin var tað serliga veðrið, ið setti dám á landsliðsvenjingina - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Tað gongst ikki altíð sum prestur prædikar, og tað má A-landsliðið við monnum ásanna. Eftir ætlan skuldi landsliðið á venjingarlegu í Sameindu Emirríkjunum, har tveir venjingardystir eisini vóru á skránni.
Men ófriður tók seg upp, og ta einu løtuna var lítið og einki, ið bendi á, at nøkur venjingarlegu ella dystur fóru at verða í mars mánað.
Aðrar loysnir vóru tó funnar, so Eyðun Klakstein og hansara menn kunnu fáa ta fyrireiking, sum skal til, so manslandsliðið er til reiðar at fara undir UEFA Nations League í heyst.
Fótbóltssamband Føroya fekk avtalu í lag við San Marino, um at spæla venjingardyst á San Marino Stadion leygardagin 28. mars klokkan 14:00, og tíðliga mikumorgunin var kósin sett ímóti lítla landinum, sum liggur inni í Italia, og sum í stødd er 22 ferðir minni enn Føroyar.
Í San Marino eru umstøðurnar góðar – men veðrið argar. Hósmorgunin vaknaðu landsliðsspælararnir til kulda og kava, og fríggjadagin verður eisini boðað frá heldur keðiligum veðri.
Men hóast broyttar umstøður, so helt tað ikki okkara spælarum aftur, og á middegi hósdagin var ein løtt venjing á Di Acquaviva Stadion.
Leygardagin sær tó frægari út. Væntandi verður sólin framma tað mesta av degnum, og hitalagið fer at liggja um 6-7 stig.
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA eru Føroyar nummar 124, meðan San Marino er nummar 210. Venjingardysturin millum San Marino og Føroyar verður leygardagin klokkan 14:00, og kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



