Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen
Politikkur

Vit sóu tað á fólkatingsvalinum. Veljarin ynskir ungar sterkar kvinnur á ting. Eingin ivi um tað. Úrslitið á fólkatingsvalinum vísti greitt, at ein ung sterk kvinna hevur undirtøku millum veljararnar.

Anna Falkenberg hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri Føroyar á fólkatingi. Veljarin hevur givið henni dygga undirtøku og víst henni tað álit, at velja hana aftur at umboða sambandsflokkin og Føroyar á fólkatingi. Soleiðis skal tað vera.

Sjálv eri eg ung, sterk og full av áræði. Tí stilli eg upp til løgtingsvalið. Vit mugu hava fleiri kvinnur í løgtingið. Eg ætli mær at vísa tykkum, at eg fari at vera virkin og gera mína ávirkan galdandi, um eg veri vald.

Hugsa um meg, eina unga, sterka kvinnu, full av áræði, sjálvsáliti og vilja. Eg fari at gera mun á Føroya Løgtingi.

X við Sunnvá Dahl Høgfeldt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #