Journalisturin John Johannesen er farin undir eina spennandi verkætlan sum hann kallar: Vit føroyingar - úr øllum heiminum.
- Endamálið er at skapa størri innlit, nærleika og tilvit, sigur John Johannesen, tá ið VP spyr.
John Johannesen greiður frá, at Vit føroyingar – úr øllum heiminum er ein bókaverkætlan við tilhoyrandi margmiðlatilfari, sum hevur til endamáls at savna og dokumentera lívssøgur hjá útlendingum úr øllum heimspørtum og við ymiskum bakstøði, sum hava valt Føroyar sum heim.
- Verkætlanin gevur hesum fólkum eina rødd í almenna rúminum og gevur harvið samstundis lesarunum djúptøkið innlit í teirra bakstøði, lívsleið og royndir. Gjøgnum persónssøgur verður lesarin førdur tætt at menniskjunum, sum vit annars oftast kenna undir hugtøkum sum “útlendingar” og “tilflytarar”.
- Endamálið er at skapa størri innlit, nærleika og tilvit. Hetta minkar um fordómar og gevur eina meira fjøltáttaða mynd av teimum menniskum, sum í vaksandi tali eru vorðin partur av føroyska samfelagnum – samstundis sum ljós verður varpað á teirra avbjóðingar og møguleikar.
- Bókin gevur lesarunum eitt neyvt og menniskjaligt innlit í, hvussu tað er at koma fremmandur til Føroya, hvørjar avbjóðingar hetta hevur við sær, og hvat hesi fólkini kunnu geva føroyska samfelagnum.
- Verkætlanin er longu í gongd, og avtala er gjørd við tilflytarar úr ymsum londum úr ymsum heimspørtum, sum hava játtað at luttaka.
- Fleiri teirra vísa á, at tørvur er á einum verki, sum gevur teimum eina rødd, brýtur fordómar og styrkir eina opna og fjøltáttaða samfelagsliga samrøðu um útlendingar í Føroyum, sigur John Johannesen.
Í lýsingini av verkætlanini stendur millum annað:
Føroyar sum samfelag í broyting
Føroyska samfelagið er í stórari broyting. Ein av broytingunum kemur av teimum mongu útlendingunum úr øllum heiminum, sum støðugt velja Føroyar sum teirra nýggja heim. Summi koma av kærleika, summi fyri at finna arbeiði, summi í útbúgvingarørindum og summi eru flóttafólk. Tey eru ymisk, eru úr ymiskum londum og hava ymiskan átrúnaðarligan og mentanarligan uppruna.
Hesi fólkini velja at gerast føroyingar, men lívssøgur teirra eru ongantíð savnaðar og sagdar sum ein heild í føroyskum miðlum og bókmentum, soleiðis at vit kunnu fáa størri innlit og harvið betri førleikar at skilja og vera saman við hesum fólkunum.
Bókaverkætlanin fer at lýsa føroyska samfelagið gjøgnum eyguni hjá teimum, sum eru flutt higar. Soleiðis verður ein nýggj og perspektiverandi mynd skapað av Føroyum sum einum fjølbroyttum og broytiligum samfelag.
Høvuðsúrslit:
Høvuðsúrslitið verður ein bók við 12 til 14 djúptøknum persónslýsingum og perspektivering. Harumframt vera kapitlar við søguligum baksýni, hagtølum og frágreiðingum um lógir og reglur á hesum øki. Roknast kann tí við einari bók við umleið 18 kapitlum.
Afturat sjálvari bókini verður margmiðlatilfar tøkt ókeypis. Hetta eru ljóðbrot úr samrøðum við fólkini í bókini og sjónbandaupptøkur, har persónarnir stutt greiða frá, hvørji tey eru, bæði á føroyskum og á egnum upprunamáli.
Stuðlar eru:
Mentanargrunnur Landsins
Tórshavnar kommuna
Klaksvíkar Kommuna
Vágs Kommuna
Tvøroyarar Kommuna
Eysturkommuna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



