Skúlablaðið: Landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Veroniku Petersen í fast starv sum skúlastjóri í skúlanum á Fossánesi frá 1. august 2026.
Veronika er 53 ára gomul og býr í Norðdepli. Hon hevur tikið læraraútbúgving á Føroya læraraskúla í 2004 .
Veronika hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum og á serøkinum bæði í Danmark og í Føroyum. Hon hevur viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða og er í gongd við at taka leiðsluútbúgving. Veronika hevur seinasta árið røkt skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fossanesi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



