Eg havi leingi klárað at drukna mínar sorgir í rúsdrekka. Men nú hava tær lært at svimja
- maður á vertshúsi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi leingi klárað at drukna mínar sorgir í rúsdrekka. Men nú hava tær lært at svimja
- maður á vertshúsi
Lesarin skrivar

Mynd: Páll Hellu

Mynd: Páll Hellu

Mynd: Páll Hellu

Bjørg Brynhildardóttir Egholm helt 1. dagsrøðu í Vestmanna í dag.

Takk fyri høvið at sleppa at røða, nú arbeiðaradagur aftur er. Í dag hátíðarhalda vit verkafólk og vísa samhaldsfesti við arbeiðarar. 

Tá eg í fjør helt 1. maidagsrøðu í Vágsbotni í Havn, brúkti eg høvi til at kritisera politisku skipanina hjá okkum. Nú er vent í holini. Nú eri eg partur av somu politisku skipan. Tað gevur mær áræði, men er eisini óhugnaligt nú at standa hinumegin borðið. Eg kann nú stríðast fyri tí politikki, sum eg haldi manglar í Føroyum. Men samstundis er tað longu blivið krystallklárt fyri mær, at stórur vandi er at søkka niður í ókonstruktiva kvikksandin, sum gerar í gamla politiska maskinrúminum. 

Garvaðir politikkarar eru skjótir til at skjóta progressiv hugskot niður við at siga: hatta nyttar einki, hatta hava vit roynt. Men tað ger meg firtna, og tá vit hava so grundleggjandi skeivleikar í samfelagnum, so veit eg, at eg aldrin skal geva upp. 

Skeivleikin, eg tosi um, er tann ørandi stóri kapitalurin, sum er savnaður í nøkrum fáum lummum. Eitt risa umskifti av ríkidømi er farið fram frá teimum minni múgvandi til tey, sum hava mest. Vit sóu um dagarnar greining hjá búskaparfrøðinginum Hermanni Oskarssyni, at LØNARparturin av allari stóru virðisøkingini í Føroyum er minkaður úr 74 niður í 53%. SO nógv minni fingu løntakarar burturúr Føroya framgongd, og SO nógv størri var profitturin hjá kapitaleigarunum. Einfalt sagt verða inntøkur og ríkidømi altso flutt frá teimum, sum liva av at selja sína arbeiðskraft, til tey, sum eiga fyritøkurnar.  

Eg eri tilvitað um, at allir politiskir flokkar, summir nógv meira og aðrir minni, eru samsekir í hesum ráninum frá vanliga føroyinginum. Og eg veit eisini, at nógv – eisini vælmeinandi fólk í politisku skipanini – hava uppgivið. Men vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi. Tí insisteri eg uppá at tala ímóti hesum, hóast eg væl veit, at eg standi í mótbrekku. 

Lat meg nevna eitt annað talandi dømi um, hvussu lítla úrvalsliðið verður pakkað inn í vatt og undiroyst í gávum frá skattgjaldaranum: Nøkur fá feløg í uppsjóvarvinnuni og alivinnuni hava milliardir í yvirskoti, har størra helvtin ikki stavar frá dugnasemi. Ivaleyst eru dugnalig fólk í hesum vinnum, men at tey skulu vera 4, 5, 6 ferðir dugnaligari enn aðrar føroyskar fyritøkur so sum Articon, J&K Petersen og Føroya Bjór er sjálvandi tvætl. 

Vit vita øll eftirhondini, hvat íð skapar hendan risa profittin: tað er tilfeingisrentan, sum er ogn Føroya fólks, men sum vit í politisku skipanini enn ikki hava megnað ella viljað fingið til høldar. Tað gongur út yvir mín forstand, at nakað so nattúrligt amboð í marknaðarbúskapinum sum uppboðssøla, skal vera blivin tabu. Tað er roks og má fáast á breddan aftur. Tí uppboðssølan vil fáa fram ljós, hvussu stórt virðið er á tí, sum vit í dag fyri lítið og lætt forera reiðarum og alarum.  

Ein pinkulítil uppboðsøla varð roynd; sum væntað kom nógv inn í landskassan, tí hendan fólksins ogn er jú nógv verd. Men beinanvegin hoyrdist grátur og tannagrísl. Hetta marknaðarpolitiska amboðið, sum átti at tendra kappingarsinnaðar kapitalistar, varð vent á ranguna. Nei, nú var tað sum at kongaligi einahandilin var endurreistur, og vildi koyra vinnuna á heysin, stjala allar pengarnar frá reiðarunum, og at hetta vóru ónytturnar í Kontórshavn, sum vildi ræna frá teimum sum framleiða til tey, sum bara oyðsla. 

Men eitt mugu vit rósa teimum fyri, hóast tað er syndarligt at viðurkenna ein dag sum í dag. At tað hevur eydnast teimum at seta líkheitstekn millum tey stóru reiðaríini, ið sita tungt á fiski- og veiðiloyvum, og so fiskimannin. Tí rúsandi tilfeingisrentan, sum fløvar báðar partar, fær markið millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar í uppsjóvarvinnuni at hvørva.  

Vit síggja somu margháttligu gongd í alivinnuni, har tímalønt verkafólk í landsins ríkastu alifyritøku kunnu fáa partabræv í jólagávu, um tey lova at møta til arbeiðis næstu 12 mánaðirnar. Við tí tunga profittinum á botnlinjuni, sum í stóran mun stavar frá elalítlum gjaldi fyri allar landsins firðir, er eitt partabræv ein genial og bílig jólagáva, um man fær tey tímaløntu við samlibandið at hugsa júst sum kapitaleigararnir. 

So tað er mótbrekka bæði hjá okkum í politisku skipanini, men eisini í fakfelagsrørsluni. Tí pengar er eitt rúsandi eitur, ella sum fólkasangarin C.V. Jørgensen kallaði tað: Pengar eru eitt sataniskt meistaraverk!

Manningin á uppsjóvarskipum tjenar næstan 7 ferðir arbeiðaralønina. Er tað tí, at manningin skapar 7 ferðir meira virði við sínum hondum enn arbeiðarin? 

Stýrimenn tjena 14 ferðir arbeiðaralønina, og skiparar 21 ferðir. Er tað tí, at teir skapa 14 og 21 ferðir meira virði við sínum egnu hondum enn arbeiðarin? 

Avleiðingarnar av hesi absurdu støðu, har okkara høvuðsvinnur liggja doyvdar í kuvøsu, eru eyðsýndar. Minni verður til felagsskapin, til skúlar, heilsu- og almannaverk og eisini til lønir til vanliga fólkið, sum hvønn dag fer til arbeiðis fyri at svara hvørjum sítt.  

Hjartaknúsandi er tað, at arbeiðarin verður sannførdur um at verja hesa skipanina, skal hann hava nakran kjans.  

Mín boðskapur er IKKI at stjala nakað frá nøkrum. Mín boðskapur er, at rætti eigarin skal krevja sín rættvísa part av virðinum. Tað snýr seg um at býta tey virði, sum longu eru okkara felagsvirði soleiðis, at tað verður liviligari fyri okkum øll her í Føroyum. Og hjáveiðan verður harafturat, at vit fáa eitt sunnari vinnilív við góðari kapping og harvið meira nýhugsan og nýskapan til at byggja hetta landið. 

Vit í politisku skipanini skulu ikki tæna seráhugamálum. Okkara uppgáva er at gera tað, sum er best fyri alt Føroya fólk. Vit mugu steðga gongdini fram móti fámannaveldinum, og løgtingið SKAL taka valdið aftur frá seráhugamálunum. 

Góðan arbeiðaradag øll somul.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #