Í dag eru 40 ár síðani at ringasta kjarnorkuvanlukka, heimurin nakrantíð hevur upplivað, hendi í Tjernobyl í táverandi Sovjetsamveldinum, nú Ukraina.
Ein av reaktorunum gjørdist ov heitur og eftir eina niðurbræðing slapp so nógv geislavirkni út, at yvir 200.000 fólk máttu flytast burtur. Nógv fólk eru deyð av vandamiklu strálingini, og í einum 30 kilometra radius kann framvegis ongin búgva, ti strálingin er so ógvuslig. Á sjálvum verkinum kann ongin búgva næstu 20.000 árini, verður sagt.
Danmarks Radio hevur spurt, og í dag tora serfrøðingar at siga, at tað neyvan kann henda aftur, tí tøknin er blivin so mikið nógv betri enn hon var tá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



