Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen
Merkisdagar

ESTRA: Fríggjadagin 22. mai, kl. 14-16, bjóða vit til móttøku á Estra í Syðrugøtu. Øll eru hjartaliga vælkomin, saman við okkum at hátíðarhalda, at starvsfelagi okkara Sonja á Líðarenda hevur starvast á Estra í góð 50 ár.

Sonja byrjaði sum heilt ung genta í læru á Estra. Hon gjørdist Føroya fyrsti útlærdi kvinnuligi setari, sum starvsheitið kallaðist tá. Stutt eftir at hon varð avlærd, fekk hon fleiri og størri uppgávur á virkinum. Síðani 1992 hevur hon verið partaeigari og stjóri í felagnum.

Ígjøgnum hesi fleiri áratíggju Sonja hevur starvast í og staðið á odda í prentsmiðjuvinnuni er nógv hent, og hevur hon samskift og samstarvað við fjøld av fólki. Eisini hava hesi mongu árini havt ómetaliga stórar og umfatandi broytingar við sær. Hetta hevur kravt stórar tillagingar av mannagongdum og viðført stórar broytingar hjá starvsfólki, fyri at fylgja við.

Sum Sonja plagar at siga: Vit loysa allar uppgávur, sum hava við prent og prenttilgerð at gera – og tað megna vit eisini.

Vit vóna at síggja viðskiftafólk okkara, bygdafólk, familju og vinir til almennu móttøkuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #