BirkBloggur: Íborið í krimi er, at hon ongantíð endar, krimisøgan. Tí er hon sum skræddarseymað til sjónvarpsrøðir. Røðir, sum fáa teg at sperra eyguni upp og mest sum missa málið í undran, tí hetta hevði eg ikki sæð fyrr. Til dømis eitt kvinnulík í madrassuni í eini norskari vatnsong. Myndamál, sum lag fyri lag, dregur teg inn í eina dreparasøgu, sum Harry Hole hevur fingið snevilin av, hóast hann er so dysfunktionellur, sum ein maður kann blíva, og næsti medarbeiðari eg størsti fíggindi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



