Tað sum trý vita, vita túsund
- gamalt norrønt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað sum trý vita, vita túsund
- gamalt norrønt orðatak
Vinna

Cruise Faroe Islands: Á fyrsta aðalfundinum hjá cruisefelagsskapinum Cruise Faroe Islands varð nýggj nevnd vald.

Á aðalfundinum greiddi formaðurin, Magni V. Mouritsen, frá virkseminum fyrsta árið, felagið hevur verið til. Formaðurin kom inn á arbeiðið at fáa felagsskapin íverksettan, fundir við viðkomandi áhugapartar, nýggar limir, luttøkur á ráðstevnum og tiltøkum og byrjunararbeiðið at fáa samskiftispartin í gongd.

Nýggj heimasíða
Á aðalfundinum varð nýggja heimasíðan hjá felagsskapinum almannakunngjørd. Heimasíðan vísir á limirnar í felagnum og hvussu áhugaði kunnu koma í samband við hesar. Heimasíðan er á enskum og vendir sær til útlendska B2B marknaðin. Nýggja heimasíðan eitur cruisefaroeislands.fo.

Nýggir limir í nevndini
Tveir av limunum stóðu fyri vali og fall valið á Anju Magnussen, umboðandi havnirnar í Vága og Sørvágs kommunu, og Alinu Jespersen, umboðandi umboðsmenn – Faroe Ship. Nevndin skipaði seg soleiðis:

· formaður: Magni V. Mouritsen

· skrivari: Magnus Pauli West

· kassameistari: Alina Jespersen

· nevndarlimur: Astrid Johannesen

· nevndarlimur: Anja Magnussen

Limirnir, sum vóru møttir á fundinum, vístu á jaligu gongdina í cruisevinnuni – hvat vinnan gevur lokalsamfelagnum og staðbundna vinnulívinum. Tosað varð um jaligu menningina, sum limirnir eru við í og hvussu hetta stuðlar og stimbrar bæði størri og smærri staðirnar kring Føroyar.

Cruiseárið byrjar fyrst í mai, tá fyrsta ferðafólkaskipið kemur í Føroyska havn. Tó hava havnirnar, túrveitarar og umboðsmenn í longri tíð fyrireika vitjanirnar. Cruise Faroe Islands sær jaliga uppá cruiseárið við fleiri vitjanum og fleiri havnum, sum ynskja at fara í cruisevinnuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #